Ring á 31 36 66

Plátuverkstaður

Opið mánadag til fríggjadag frá kl. 8:00 – 16:00.

Ring 61 36 66 ella send okkum ein teldupost á [email protected]

Á plátuverkstaðnum hjá okkum – á Hjalla 22 í Hoyvík – hava vit alla útgerðina, sum krevst til at umvæla skaðar á øllum bilmerkjum – bæði plátu- og lakkskaðar. Plátuverkstaðið hjá WAAG á Hjalla hevur góðkenning til at umvæla tryggingarskaðar fyri Betri Trygging og TRYGD.

Tá skaðin hendur

Hevur bilurin fingið ein skaða, sum skal gerðast aftur, hjálpa vit fegin.

Tá bilurin fær skaða.

Boða frá skaðanum.

Umvæling.

Tù fært bilin aftur.

Fær bilurin skaða, verður støða fyrst tikin til, um trygt er at koyra við bilinum ella ikki.

Er talan um minni skaða sum lakkskaða, kann bilurin vanliga koyra, til hann verður umvældur.

Er talan hinvegin um størri skaða ella skaða á rútar ella lyktir, kann bilurin kanska ikki koyra og má standa hjá okkum, til hann er umvældur.

Eru ivamál, vegleiða vit fegin.

Er talan um tryggingarskaða, skalt tú fyrst venda tær til tryggingarfelagið hjá tær og fylla eina skaðafráboðan út.

Frá tryggingini fært tú eitt skaðanummar og boð um, at bilurin skal sýnast.

Vit eru góðkend at sýna og umvæla tryggingarskaðar.

Vit sýna skaðar týsdag og hósdag millum kl. 8.00 og 14.00. Tær nýtist ikki at bíleggja tíð frammanundan – tú møtir bara upp.

Minst til at hava skaðanummarið við tær.

Tá ið bilurin er sýnaður, skal tryggingin góðkenna skaðan. Hesum samskiftinum taka vit okkum av.

Tá ið skaðin er góðkendur og møguligir lutir bílagdir og komnir heim, fært tú eina tíð til umvæling.

Er talan um tryggingarskaða, hevur tú møguliga rætt til leigubil, meðan bilurin verður umvældur.

Hevur tú ikki rætt til leigubil gjøgnum tryggingina, kanst tú leiga bil frá okkum fyri 299 kr. um dagin.

Tað er umráðandi, at tú boðar okkum frá, um tú vilt hava leigubil, meðan bilurin hjá tær er til umvælingar.

Tá bilurin er liðugt umvældur, fært tú boð frá okkum um, at bilurin er klárur at heinta.

Er talan um tryggingarskaða, taka vit okkum av samskiftinum við tryggingina um gjaldingina fyri umvælingina.

Er talan ikki um tryggingarskaða, fært tú eina rokning fyri umvælingina.

Beinleiðis samband við starvsfólk okkara á Plátuverkstaðnum:

Poul Jóhan Poulsen

Leiðari Dekk- og plátuverkstaðið

Plátuverkstaðið á Hjalla

Plátuverkstaðið hjá WAAG heldur til á Hjalla 22, 188 Hoyvík.