Ring á 31 36 66

Verkstaður

Opið: Mána- til fríggjadag frá 8:00 – 17:00.

Ring 31 36 66 ella send okkum ein teldupost á [email protected]

Á verkstaðnum við Oyggjarvegin í Havn hava vit alla útgerðina, sum krevst til at viðlíkahalda og umvæla bilmerkini, vit umboða – bæði tá ið talan er um mekaniskt arbeiði, at finna feilir, tøkniligar dagføringar o.a.

Skal bilurin á verkstað til árligt eftirlit, til kanningar ella til umvælingar, kanst tú ringja, senda okkum teldupost ella senda okkum ein fyrispurning niðanfyri. So venda vit aftur við eini tíð sum skjótast.

Mest vanligu umvælingar

OLJUSKIFT

Tað er týdningarmikið at motoroljan á bilinum verður skift javnan. Vit viðmæla altíð at fylgja teimum forskriftum sum bilframleiðarin viðmælur.

ÁRLIGT EFTIRLIT

Teir flestu bilarnir skulu til árligt eftirlit eina ferð um árið ella fyri hvørjar 20.000 km. sum oftast boðar bilurin sjálvur frá. Vit viðmæla sjálvandi at bilurin kemur til øll eftirlit, soleiðis at hann altíð er viðlíkahildin eftir forskriftunum frá framleiðara.

DEKKSKIFT

Tað er sera týdningarmikið fyri trygdina, at dekkini eru í ordan. Tí viðmæla vit at dekkini vera kannaði á hvørjum árið. Tá skift verður ímillum summar- og vetrardekk, kanna vit altíð um dekkini eru góð, ella um tey treingja til at verða skift út.

AC EFTIRLIT

Fyri at fáa sum mest burturúr Air Condition skipanini í bilinum, má skipanin viðlíkahaldast regliliga. Viðmælt verður eitt nú, at verskan í skipanini verður skift í minsta lagi annað hvørt ár. Harumframt hevur eitt reint filtur avgerðandi týdning fyri góða inniluft í bilinum.

BREMSUSKIFT

Tað er tydningarmikið at bremsurnar á bilnum rigga sum tær skulu. Vit viðmæla at bremsurnar vera eftirhugdar eina ferð um árið. Soleiðis tryggjar tú eisini at bremsuskipanir sum ABS og ESP rigga sum tær skulu.

KAMREIMSKIFT

Tað er ymsikt hvussu long livitíðin á eini kamreim er, men tað mest vanliga er 120.000 km ella 5 ár. Tað týdningarmesta er, at kamreimin ikki slitnar, tá tað kann gera stóran skaða á motorin. Verkstaðið svarar fegin fyrispurningum um kamreimskift.

WAAG umboðar bilmerkini Hyundai, Nissan, Mercedes-Benz, Renault, Dacia og Mitsubishi og hevur góðkenning til at gera allar kanningar, umvælingar og garantiarbeiði hesum merkjunum viðvíkjandi. Aftur at tí hava vit hópin av serútgerð og drúgvar royndir við øðrum bilmerkjum.

Verkstaðið hjá WAAG er eisini góðkent av Akstovuni til at góðkenna umsýn.

Bílegg tíð

Skal bilurin á verkstað kanst tú bíleggja eina tíð her. Fyll teigarnar út, og send okkum fyrispurningin. Vit venda aftur skjótast tilber.

Garanti

Tað er ymiskt, hvussu drúgt garanti teir ymsu bilarnir hava – bæði mekaniskt garanti, rustgaranti og battarígaranti. Merkini, sum vit umboða, hava millum tvey og fimm ára verksmiðjugaranti. Í summum førum ber til at keypa longt garanti til bilin.

Í sambandi við garanti krevur framleiðarin, at bilurin verður viðlíkahildin í samsvari við ásettar forskriftir.

Tað er umráðandi, at tú beinanvegin vendir tær til okkara, um bilurin hjá tær hevur ein feil, sum tú metir er fevndur av garantinum. Hetta mást tú sum vera man gera, áðrenn garantitíðin er lokin.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi garantinum á bilinum hjá tær, kanst tú altíð seta teg í samband við starvsfólkini á verkstaðnum hjá okkum og biðja um tær upplýsingar, tær tørvar.

Leigubil, meðan bilurin er á verkstað?

Hevur tú tørv á at leiga ein bil, meðan bilurin hjá tær er á verkstað, kunnu vit bjóða tær ein leigubil fyri 299 kr. um dagin.

Minst til at boða verkstaðnum frá í góðari tíð, um tú vilt hava ein leigubil, meðan bilurin hjá tær er á verkstað.

Starvsfólkini á verkstaðnum vegleiða teg fegin um treytir o.a. leigubilum viðvíkjandi.

Beinleiðis samband við okkara starvsfólk á verkstaðnum:

Jógvan Joensen

Verkstaðsmóttøka

Karl Magni Hammer

Verkstaðsleiðari

William Zachariassen

Garanti

Karina Muller

Kundamóttøka

Simone Kronberg

Kundamóttøka

Finn okkum

Mekaniska verkstaðið heldur til í bygninginum hjá WAAG, Undir Krákugjógv 19, við Oyggjarvegin í Havn.