Citroén C3
Príslisti Faldari Spesifikatión
Prísur úr:
209.000 kr.
Sín heilt egni
C3 fornoktar á ongan hátt sínar ílegur. Sniðið er gjøgnumført og persónligt, og stóru hjólini saman við Airbump-verjuni á síðunum gevur bilinum sína heilt egnu útsjónd. Bæði innan og uttan eru nógvir møguleikar at seta tín egna dám á bilin, soleiðis at C3 verður júst tín bilur.
C3 er kompaktur, men kortini eru fimm góð sitipláss í bilinum, og hann er á odda í sínum flokki, tá beinpláss skal mátast.
Við nýggjum PureTech bensinmotorum ella BlueHDI dieselmotorum leggur Citroen eisini dent á at verja umhvørvi. Fleiri ymsar motorstøddir eru at velja ímillum.

Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum

  • Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku

Send fyrispurning

">

* Vit venda aftur skjótast gjørligt

Citroén C3
Gjald pr. mðr. 1.275 kr.
1.275 kr.

* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.