Opel Zafira
Príslisti Faldari
Prísur úr:
 kr.
Rúmligi familjubilurin
Við Opel Zafira er alt húskið í tryggum hondum. Við plássi fyri upp til 7 ferðandi, er talan um rúmligan bil, har stóra húskið hevur pláss at sita væl og trygt.
Hóast stórur og rúmligur, so eru koyrieginleikarnir teir somu góðu, sum eyðkenna persónbilarnar hjá Opel. Sniðið er væl gjøgnumhugsað, og eitt nú eru góðir møguleikar at leggja viðføri og annað.
Bilurin fæst við hópin av snildari eykaútgerð. Eitt nú Flex-setur, sum geva nógvar møguleikar fyri bæði ferðafólki og viðføri, og adaptivum LED-ljósum, sum tryggja besta møguliga sýnið.
Motararnir fáast í fleiri útgávum, men felags eyðkenna er, at teir eru umhvørvisvinarligir og kraftmiklir.

Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum

  • Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku

Send fyrispurning

">

* Vit venda aftur skjótast gjørligt

Opel Zafira
Gjald pr. mðr. 1.275 kr.
1.275 kr.

* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.