Opel Astra
Príslisti Faldari
Prísur úr:
285.000 kr.
Fremstur í flokkinum
Opel Astra hevur í nógv ár verið ein av leiðarunum í kompakt-flokkinum, og nýggju útgávurnar av Astra eru einki undantak.
Koyrieginleikarnir eru sportskendir, og Astra hevur hópin av snildum funkum, sum gera tilveruna sum bilførari lættari. Eitt nú fæst Astra við Intellux LED-ljósum, sum sjálvvirkandi stýra ljósføringini, soleiðis at ljósini altíð eru tey best møguligu, samstundis sum ansað verður eftir, at mótkoyrandi bilar ikki verða blindaðir.
Astra kann sjálvandi eisisini keypast sum rúmligur stationcar

Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum

  • Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku

Send fyrispurning

">

* Vit venda aftur skjótast gjørligt

Opel Astra
Gjald pr. mðr. 1.275 kr.
1.275 kr.

* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.