Opel Corsa
Príslisti Faldari
Prísur úr:
215.000 kr.
Lættur, snildur og eitt trygt val
Opel Corsa er lættur at kenna aftur við eyðkenda sniðnum. Bæði innan og uttan er bilurin eyðkendur við snøggum linjum, og tá tú koyrir, verður gleðin ikki minni.
Euro-6 motorarnir við trimum sylindrum eru bæði krafmiklir og kvikir, og eitt nú ber til at keypa Corsa við ikki færri enn 150 hestakreftum.
Tað stendur heldur ikki á, tá tað snýr seg um hentleikar, sum kunnu fáast. Eitt nú hita í setrunum, hita í róðrinum og sjálvandi kann slóðbrótandi Opel Eye eisini keypast afturat.

Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum

  • Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku

Send fyrispurning

">

* Vit venda aftur skjótast gjørligt

Opel Corsa
Gjald pr. mðr. 1.275 kr.
1.275 kr.

* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.