NV300
Príslisti Spesifikatión
Prísur úr:
285.000 kr.
Praktiskur, krevur minni og gevur tær meiri
Nissan NV300 er komin ístaðin fyri góða gamla Primastar.
Nýggi NV300 sameinir rúmligheit og góðar koyrieginleikar.
Har afturat er kabinan snildisliga innrættað við nógvum hillum og rúmum, so bilurin eisini verður tín rullandi skrivstova.
NV300 fæst í tveimum longdum og tveimum hæddum.
Vel ímillum 3 dieselmotorar 95, 125 og 145hk. NV300 fáast bara við manuellum gearum.
Og gloymið ikki, at Nissan vøruvognar hava 5 ára / 160.000 km mekaniskt garanti. Og 12 ár ímóti rustgjøgnumteringi.

Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum

  • Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku

Send fyrispurning

">

* Vit venda aftur skjótast gjørligt

NV300
Gjald pr. mðr. 1.275 kr.
1.275 kr.

* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.