NP300 Navara
Príslisti Faldari Spesifikatión
Prísur úr:
339.000 kr.
Harður og snildur
Nýggi Nissan Navara fæst sum bæði King Cab og Double Cab, men undir øllum umstøðum fært tú ein pick-up, sum er nakað heilt serligt. Navara hevur nokk av tí mesta. Millum annað kraftigan motor, ein sterkan kropp og so er tað sjálvandi eyðkendi Nissan-komforturin, sum fært eg at gloyma, at hetta ikki er ein persónbilur.
Kring allan heim vóru fólk eisini tikin á bóli, tá Navara kom á marknaðin í 2016. Rósurnar frá ummælarum regnaðu yvir Navara, sum eisini vann sonevndu Pick-up virðislønina hetta árið.
Navara byggir á tøkni og royndir, sum Nissan hevur ment ígjøgnum fleiri enn 80 ár.

Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum

  • Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku

Send fyrispurning

">

* Vit venda aftur skjótast gjørligt

NP300 Navara
Gjald pr. mðr. 1.275 kr.
1.275 kr.

* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.