Peugeot Boxer Van
Príslisti Faldari Spesifikatión
Prísur úr:
280.000 kr.
Sterki stóribeiggin
Øll, sum ganga upp í sítt yrki, hava eisini hug at geva smálutunum ans. Soleiðis er tað eisini við Peugeot Boxer, ið er ein yrkisbilur burturav, ið kann røkja bæði tær stóru eins væl og tær smærru uppgávurnar.
Líkamikið, hvat skal flytast, so finst altíð ein Peugeot Boxer, ið klárar uppgávuna. Modellini eru fleiri og fjølbroytt, men øll hava tey tað til felags, at tey eru hentastu amboð, tá yrkisuppgávur skulu greiðast úr hondum.
Verri verður tað ikki av, at røðin av Peugeot Boxer-bilunum frammanundan er kend fyri fjølbroytni, framúrskarandi koyrieginleikar, góða sitistøðu, umframt sterkar og rakstrarbíligar motorar.

Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum

  • Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku

Send fyrispurning

">

* Vit venda aftur skjótast gjørligt

Peugeot Boxer Van
Gjald pr. mðr. 1.275 kr.
1.275 kr.

* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.