Peugeot Expert Van
Príslisti Spesifikatión
Prísur úr:
269.000 kr.
Pláss fyri tí mesta
Um tú koyrir við bløðum, byggitilfari, kjólum, eykalutum, sjónvarpstólum, postpakkum ella øðrum við, er Peugeot Expert Van aloftast rætti bilurin, so allar hesar uppgávurnar kunnu loysast til lítar.
Peugeot Expert Van hevur støddina, ið hóskar til nógvan og ymiskan flutningstørv, men er samstundis so smidligur, at sjálvt í trongari innanbýggja koyring er hann lættur at handfara og seta frá sær.

Vørurúmið er úr 4 og heilt upp í 7 rúmmetrar, og royndir vísa, at tað sum oftast hvørki er ov nógv ella ov lítið. Hartil liggur motororkan í framhjólunum, so tað altíð er framkomandi við Peugeot Expert Van, sjálvt tá hálka og krapi annars vildu forða mongum vegin.

Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum

  • Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku

Send fyrispurning

">

* Vit venda aftur skjótast gjørligt

Peugeot Expert Van
Gjald pr. mðr. 1.275 kr.
1.275 kr.

* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.