Peugeot Partner Van
Príslisti Faldari Spesifikatión
Prísur úr:
215.000 kr.
Stórur og fjøltáttaður
Peugeot Partner Van fæst í tveimum longdum og við plássi fyri upp til trimum ferðandi.
Vørurúmið telist millum tey bestu í flokkinum, og rúmar tað ávíkavist 3,3 og 3,7 rúmmetrum. Júst tí fyllir Peugeot Partner Van eitt tómrúm á marknaðinum, og tað ger hann væl.
Partner Van er rúmligur og væl útgjørdur, lættur at innrætta og praktiskur, men hevur samstundis somu koyrieginleikar og somu trygd sum ein persónbilur. Tí er hann eisini blivin valið hjá alsamt fleiri, ið hava brúk fyri einum góðum vørubili.

Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum

  • Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku

Send fyrispurning

">

* Vit venda aftur skjótast gjørligt

Peugeot Partner Van
Gjald pr. mðr. 1.275 kr.
1.275 kr.

* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.