Peugeot 5008
Príslisti Faldari Spesifikatión
Prísur úr:
349.000 kr.
Nýggjar hæddir
Við 5008 býður Peugeot bilaeigarum vælkomnar til enn eitt nýbrot innan bilaídnaðin. Krafmikli SUV-bilurin hevur langar vakrar linjur og framkomina tøkni, sum samanlagt geva eigaranum økt frælsi.
Við sjey setrum hevur hann rúm fyri øllum húskinum. Tey trý baksetrini kunnu stillast hvør sær, og hevur tú ikki tørv á teimum báðum aftastu setrunum, kunnu tey eisini takast úr.
Og so er talan sjálvandi framhaldandi um somu stóru koyrigleði, sum altíð eyðkennir Peugeot.

Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum

  • Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku

Send fyrispurning

">

* Vit venda aftur skjótast gjørligt

Peugeot 5008
Gjald pr. mðr. 1.275 kr.
1.275 kr.

* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.