Peugeot 308
Príslisti Faldari Spesifikatión
Prísur úr:
220.000 kr.
Nýskapandi
Í nýggja Peugeot 308 kennir tú teg sum flogskipara, tú setir teg í nýskapandi i-cockpit. Við einum kompaktum róðuri, head-up instrumentbretti og stóra touch-skíggjanum, ið er snaraður móti føraranum, brýtur 308 veruliga burtur frá kappingarneytunum. Fleiri nýggjar funkur og appir geva eisini greiðar ábendingar um, at hugsað varð frameftir, tá nýggi 308 varð til.
Sniðið er einfalt og reint. Frá byrjan var ætlanin at samantvinna góðar koyrieginleikar og umhvørvisvinarliga ferðslu. Í mun til undanfarnu útgávuna av 308 vigar tann nýggi 140 kg minni, og er hetta eisini viðvirkandi til eitt lágt útlát. Heilt niður í 85 g/km.

Gullpakkin er gull verdur

Avtalan er galdandi til tað, sum kemur fyrst, trý ár frá fyrsta skrásetingardegi at rokna, ella
til bilurin hevur koyrt 90.000 km. Avtalan fylgir altíð bilinum, eisini við eigaraskifti.

Alt arbeiðið skal fara fram hjá Auto Service, um ikki onnur avtala er gjørd. Kundin skal syrgja fyri forsvarligari viðgerð/handfaring av bilinum, soleiðis at bilurin kemur til øll sýn, ið eru ásett eftir veðleiðing frá framleiðara og hevur ábyrgdina av at biðja um tíð til bilin, soleiðis at neyðug sýn kunnu vera framd, og olja og annar løgur verða latin á bilin.
Les meira um Gullpakkan

Fyrimunir við Gullpakkanum

  • Viðlíkahald av bilinum, umframt allar neyðugar umvælingar
  • Arbeiðsløn, eykalutir og neyðugan løg til service, viðlíkahalds- og umvælingararbeiði
  • Skift av olju, perum, viskarabløðum og áfyllan av sprinklaravesku

Send fyrispurning

">

* Vit venda aftur skjótast gjørligt

Peugeot 308
Gjald pr. mðr. 1.275 kr.
1.275 kr.

* Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. Rentan er skiftandi. Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 37.500 kr. Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.