Starvsfólk til verkstaðið

Auto Service P/F er eitt toymi av eldhugaðum starvsfólkum.
Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og stremba altíð eftir at veita bestu tænastu til okkara viðskiftafólk.

Á verkstaðnum handfara vit við nærlagni hvønn einasta bil sum var hann okkara egni, og sum umboð fyri Nissan, Opel, Citroen og Peugeot hava vit nógvar spennandi og fjølbroyttar uppgávur.

Vit leita eftir einum eldhugaðum arbeiðsfólki/bilsmiði, sum saman við okkum kann loysa dagligu uppgávurnar á verkstaðnum.
Hevur tú hug at gerast partur av toyminum?

Umsókn saman við starvsroyndum og/ella sveinabrævi skal sendast til pjp@autoservice.fo

Goymslulærlingur til Føroya størsta bilverkstað.

Nú hevur tú møguleikan at koma í læru

á goymsluni hjá okkum. Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss við nógvum avbjóðingum.

Sum goymslulærlingur kemur tú saman við okkara goymslutoymið at standa fyri innkeypi og sølu av øllum eykalutum, bæði til okkara kundar og okkara verkstað.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og røkin.

Eisini vænta vit, at tú hevur góðan teldukunnleika og dugir at orða teg skrivliga og munnliga á donskum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur HH, HF- ella studentsprógv.

Uppgávur verða m.a. vøruumsiting, kunda- og telefonavgreiðsla og aðrar fyrifallandi uppgávur á goymsluni. Skúlagongd í sambandi við læruna er í Danmark.

Send umsókn til pjp@autoservice.fo

Starvið verður sett skjótast gjørligt.