Verkstaður
Opið: Mána- til fríggjadag frá 8:00 – 17:00.
Ring 31 36 66 ella send okkum ein teldupost á [email protected]
Á verkstaðnum við Oyggjarvegin í Havn hava vit alla útgerðina, sum krevst til at viðlíkahalda og umvæla bilmerkini, vit umboða – bæði tá ið talan er um mekaniskt arbeiði, at finna feilir, tøkniligar dagføringar o.a.
Skal bilurin á verkstað til árligt eftirlit, til kanningar ella til umvælingar, kanst tú ringja, senda okkum teldupost ella senda okkum ein fyrispurning niðanfyri. So venda vit aftur við eini tíð sum skjótast.
Mest vanligu umvælingar
WAAG umboðar bilmerkini Hyundai, Nissan, Mercedes-Benz, Renault, Dacia og Mitsubishi og hevur góðkenning til at gera allar kanningar, umvælingar og garantiarbeiði hesum merkjunum viðvíkjandi. Aftur at tí hava vit hópin av serútgerð og drúgvar royndir við øðrum bilmerkjum.
Verkstaðið hjá WAAG er eisini góðkent av Akstovuni til at góðkenna umsýn.
Bílegg tíð
Skal bilurin á verkstað kanst tú bíleggja eina tíð her. Fyll teigarnar út, og send okkum fyrispurningin. Vit venda aftur skjótast tilber.
Garanti
Tað er ymiskt, hvussu drúgt garanti teir ymsu bilarnir hava – bæði mekaniskt garanti, rustgaranti og battarígaranti. Merkini, sum vit umboða, hava millum tvey og fimm ára verksmiðjugaranti. Í summum førum ber til at keypa longt garanti til bilin.
Í sambandi við garanti krevur framleiðarin, at bilurin verður viðlíkahildin í samsvari við ásettar forskriftir.
Tað er umráðandi, at tú beinanvegin vendir tær til okkara, um bilurin hjá tær hevur ein feil, sum tú metir er fevndur av garantinum. Hetta mást tú sum vera man gera, áðrenn garantitíðin er lokin.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi garantinum á bilinum hjá tær, kanst tú altíð seta teg í samband við starvsfólkini á verkstaðnum hjá okkum og biðja um tær upplýsingar, tær tørvar.
Leigubil, meðan bilurin er á verkstað?
Hevur tú tørv á at leiga ein bil, meðan bilurin hjá tær er á verkstað, kunnu vit bjóða tær ein leigubil fyri 299 kr. um dagin.
Minst til at boða verkstaðnum frá í góðari tíð, um tú vilt hava ein leigubil, meðan bilurin hjá tær er á verkstað.
Starvsfólkini á verkstaðnum vegleiða teg fegin um treytir o.a. leigubilum viðvíkjandi.
Beinleiðis samband við okkara starvsfólk á verkstaðnum:
Jógvan Joensen
Verkstaðsmóttøka
Karl Magni Hammer
Verkstaðsleiðari
William Zachariassen
Garanti
Karina Muller
Kundamóttøka
Simone Kronberg
Kundamóttøka
Finn okkum
Mekaniska verkstaðið heldur til í bygninginum hjá WAAG, Undir Krákugjógv 19, við Oyggjarvegin í Havn.